
FØROYSK ROSS TIL SØLU
Búnaðarstovan hevur nakrar góðlyntar aliryssur í aldrinum 1 til 15 ár til sølu. Orsøkin til søluna kemst av plásstroti v.m. á stovninum.
Tað er av stórum týdningi at fáa keyparar til ryssurnar, ið framyvir vilja luttaka og stuðla aliarbeiðinum at menna stovnin av Føroyska Rossinum.
Prísuppskot: kr. 5.000,- stk.
Búnaðarstovan hevur somuleiðis onkrar greðingar til sølu, sum í samráð við leiðsluna í Felagum Føroysk Ross eru tiknir úr aliarbeiðinum, og sum tí kunnu nýtast til annað endamál.
Búnaðarstovan skilar sær rættin til at velja millum innkomnu tilboðini, soleiðis at mest skynsama úrslitið fæst aliarbeiðinum at frama.
Nærri fæst at vita um rossini við at venda sær til røktaran á telefon 299022 ella á telduposti jao@bst.fo
« Aftur