
BEITI TIL FØROYSK ROSS
Beiti ynskist til føroysku rossini hjá Búnaðarstovuni. Talan er um beiti bæði til greðingar og til ryssur.
Brúk er eisini fyri beiti til at seta pør á, sum eru við í alingini av Føroyska Rossinum.
Røktararnir hjá Búnaðarstovuni seta hegnið upp og taka tað niður aftur, umframt at vikuligt eftirlit verður við rossunum.
Ynskiligt er at fáa beiti sum skjótast og at hava tað til út á heystið, tá rossini verða tikin inn aftur á Búnaðarstovuna.
Hava tit beiti tøkt, kunnu tit seta tykkum í samband við Jónu, røktara á Búnaðarstovuni, á telefon 299022 ella senda henni teldupost til jao@bst.fo
« Aftur