140x140

ULLARMÓTTØKA SUMMARIÐ 2025

Frá 10. juli til 22. august 2025 verður tikið ímóti ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Tikið verður ímóti ull hósdag og fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00 og leygardagar frá kl. 10.00 til 13.00. Orsaka av krøvum frá keyparum uttanlands, ber ikki til at taka í móti ull longri enn til 22. august 2025.

Er talan um størri nøgdir, er best, at tygum avtala tíð frammanundan. Ullin verður góðskumett og avroknað eftir góðsku.

Tikið verður móti ull í Suðuroy hin 26. og 27. august. Hin 26. august frá kl. 16.00 til kl. 20.00, og hin 27. august frá kl. 9.00 til 12.00 og aftur frá kl. 14.00 til 17.30.            

Ullin skal vera turr og nosslig og stungin í reinar posar.

Tikið verður ikki ímóti vátari ull. Ull við skræpu ella málingarrestum í, pesjur (fleirárað ull), ull við ov nógvum mosa, bosi ella eyri í, og ull við fremmandalikamum í (t.d. restir av bótum, tráði o.tíl.) verður vrakað. Ansi eftir at taka hetta frá, áðrenn komið verður við ullini til ullamóttøkuna.

Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk og II. flokk.

Tøvd ull, hálsull o.tíl. verður avroknað í II. flokki. Somuleiðis verður ull við nakað av mosa o. líkn. avroknað í II. flokki.

Fyri ull í I. flokki verður latið kr. 10,- fyri kg, íroknað MVG.

Fyri ull í II. flokki verður latið kr. 1,50 fyri kg, íroknað MVG.

Er veitarin ikki MVG skrásettur, verður prísurin tí ávikavist kr. 8,- og kr. 1,20 fyri kg.

Eru broytingar í frá síðstu innlating, skulu navn, føðingardagur ella V-tal og konto nr. at flyta gjaldið fyri ullina á upplýsast, tá ullin verður latin inn.

Eru ivamál ella ynski um at sleppa av við ullina fyrr, áðrenn móttøkan letur upp, vendið tykkum tá til Joanu Bjarnastein, á tlf. 299018 ella til Dortheu Joensen á tlf. 299019 ella teldupost dj@bst.fo.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369