ALMENT TILTAK UM FØROYSK ROSS
Felagið Føroysk Ross hevur í hesum døgum vitjan úr Onglandi í samband við sáðtøku av føroyskum greðingum.
Í sambandi við vitjanina skipar Felagið Føroysk Ross fyri einum tiltaki á Búnaðarstovuni hóskvøldið 21. august kl. 19.00, har Tullis Matson frá SAIS fer at greiða frá, hvat tey gera, hvat er gjørt við ella fyri Føroyska Rossið, og hvørjar ætlanir eru við hesum arbeiði í nærmastu framtíð. Eisini verður fari ein túr í kanningarstovuna, at hyggja eftir umstøðunum og sáðnum.
Øll eru vælkomin, tiltakið er ókeypis og uttan tilmelding.
Møguleiki er eisini at fylgja við tiltakinum á Zoom á hesari leinkjuni:
