140x140

STUÐUL TIL GRØNMETISVERKÆTLANIR

Uttanríkis- og vinnumálaráðið lýsir eftir umsóknum til verkætlanir, ið kunnu skapa størri framleiðslu, vitan, menning og vøkstur á og um føroyskt grønmeti.

Á játtanini til átøk at menna nýskapan og framleiðslu av føroyskum matvørum eru tilsamans 1.000.000 kr. at søkja til grønmetisverkætlanir (konta 6.33.2.17, undirkonta 03, í fíggjarlógini fyri 2025).

Verkætlanir, sum fáa stuðul av undirkontu 03, skulu hava til endamáls at økja framleiðsluna av og tilvitskuna um føroyskt grønmeti.

Framíhjárætt til stuðul hava:

  1. verkligar royndir og verkætlanir, sum vísa á nýggjar leiðir og skapa nýggja vitan til tess at økja framleiðsluna av føroyskum grønmeti, og
  2. ítøkiligar verkætlanir, har kommunur, skúlar, ellis- og røktarheim o.o., saman við lokalum framleiðarum, áhugabólkum og fakfólki framleiða, upplýsa um og gera mat úr føroyskum grønmeti í gerandisdegnum, til undirvísing o.a.

Verkætlanirnar skulu fremjast í samstarvi við Búnaðarstovuna, og tær skulu verða framdar innan árslok í 2026.

Sí reglugerð um stuðul til landbúnaðarframleiðslu eftir undirkonto 03: her

Umsóknir skulu sendast Uttanríkis- og vinnumálaráðnum við telduposti á uvmr@uvmr.fo. Umsóknarfreistin er 24. november 2025.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369