LANDBÚNAÐARSKEIÐ 2026
Við heimild í reglugerð frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum skipar Búnaðarstovan, í samstarvi við Miðnám í Vestmanna, fyri landbúnaðarskeiðnum, sum gevur rætt til at festa landsjørð, uttan til tey festi, ið hava mjólkneytahald.
Undirvísingin fer fram á Búnaðarstovuni í Kollafirði og á Miðnámi í Vestmanna. Skeiðið byrjar 8. januar 2026 kl. 19.00. Undirvíst verður týskvøld og hóskvøld kl. 19:00 – 22:15. Nakrar skeiðspartar verður undirvíst mikudag og fríggjadag frá kl. 13:00 - 16:30 á Miðnámi í Vestmanna.
Skeiðið er í alt 240 tímar (undirvísing og steðgur) og fatar um átta skeiðspartar. Skeiðið er frá januar til juni 2026. Hvør skeiðspartur endar við próvtøku.
Skeiðið kostar kr. 3.500,-. Skeiðsgjaldið skal vera goldið á kontu 6460-171.966.3 í Føroya Banka, áðrenn skeiðið byrjar. Skeiðsluttakararnir rinda sjálvir fyri bøkur, umframt fyri annað frálærutilfar, um tørvur er á hesum.
Búnaðarstovan skipar fyri tí praktiska í sambandi við skeiðið. Luttakarar, ið ynskja at melda seg til skeiðið, skulu boða frá luttøku í seinasta lagi sunnudagin 4. januar 2026. Boðast skal frá við teldubrævi til bst@bst.fo. Tá meldað verður til, skulu navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar upplýsast. Skrivið “Landbúnaðarskeið” í fráboðanarbreddan á teldupostinum.
Plássið er avmarkað, og Búnaðarstovan og Miðnám í Vestmanna taka støðu til, hvussu mangir skeiðsluttakarar kunnu sleppa til skeiðið í senn. Tað er møtiskylda til landbúnaðarskeiðið. Skeiðslutakararnir fáa neyvari kunning um skeiðið, áðrenn byrjað verður.
Tey, ið tørva hetta skeiðið í sambandi við ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava framíhjárætt
« Aftur