140x140

FULLTEKNAÐ - SKEIÐ Í GRØNMETISVELTING

FULLTEKNAÐ - bæði til fríggjakvøldið og leygardagin 27. og 28. februar. Enn er pláss í Suðuroy 7. mars.

Orsaka av sera stórari tilmelding, kunnu vit tíverri ikki taka móti fleiri tilmeldingum til vikuskifti 27. og 28. februar 2026. Eitt skeið verður í Miðnámi í Suðuroy leygardagin 7. mars 2026, frá kl. 13.00 til kl. 16.00. Hetta skeiðið verður skipað á sama hátt, sum tey á Búnaðarstovuni.

Skeiðið er um grønmetisvelting. Hetta er fyrsta skeið av í alt 5 skeiðum, sum ætlanin er at hava í ár. 

Hesaferð verður undirvíst í fornæling av eplum og ymiskum grønmeti, at gróðurseta kálgarð, gera hábeð, velting av soppum, 'mikrogreens' og øðrum.

Undirvíst verður um sjálvar planturnar, og hvussu farið verður fram praktiskt, tá byrjað verður at velta egið grønmeti. Nakrar royndir við fræ verða gjørdar. Undirvísarar verða Gunnar Bjarnason og Kim Neider.

Skeiðið er ókeypis, men av praktiskum áðum, hava vit fyri neyðini at vita, hvussu nógv luttaka, tí krevst tilmelding. Meldað verður til skeiðið við at senda teldupost til Kim Neider, gartnara: kn@bst.fo ella við at ringja 299023. Freistin at melda til skeiðið er fríggjadagin 27.02.26 kl. 12.00.

Skeiðsrøðin verður gjørd í samstarvi við Mat- og tilfeingishúsið, Veltuna, Matkovan og Rótina. Sum sagt, er hetta ætlandi 1. av 5 skeiðum í alt.

Næstu skeiðini verður meira praktiskt í vakstrartunnlinum á Sandi. Tey verða skipaði sum opið hús í vakstrartunlinum frá kl. 09.00 um morgunin til kl. 18.00 seinnapartin, dagarnir, sum eru nevndi niðanfyri. 

Tað fyrsta av hesum, men næsta skeið í røðini verður hin 11. apríl, kl. 09.00 til 18.00, har evnið er fornæling, taðing og umplanting av spírum. 

3. skeið verður eisini av tí praktiska slagnum í vakstrartunnlinum á Sandi, hin 9. mai 2026, frá kl. 09.00 til 18.00. Tann dagin verður undirvíst í at gróðurseta planturnar og um trupulleikar, sum skeiðsluttakararnir hava havt, síðan síðsta skeið.

4. skeið verður somuleiðis skipað sum opið hús í vakstrartunlinum á Sandi, hin 13. juni 2026.  Víst verður runt í tunnlinum og greitt verður frá vøkstrinum, sum er í tunnlinum júst tá. Tann dagin kunnu fólk koma til tunnilin millum kl. 10.00 og 17.00.

5. og síðsta skeið verður á Rótini í Klaksvík, tá verður undirvíst í niðursjóðing av ársins grøði. Ætlanin er at hava hetta skeiðið í september. Neyvari kunning um, hvussu hesin partur verður hildin, kemur seinni.

Hetta er ein skeiðsrøð, har ynskiligt er, at somu luttakarar eru til øll skeiðini. Hetta er tó ikki krav, og meldast skal til hvørt einstakt skeið.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369