140x140

SKEIÐIÐ Í GRØNMETISVELTING

2. partur av skeiðinum, sum byrjaði í februar, verður í vakstrartunlinum á Sandi leygardagin 11. apríl 2026 millum kl. 08.00 og kl. 18.00.

Dagurin verður skipaður sum opið hús, har ein rundvísing / undirvísing byrjar hvønn heilan tíma. Tit, sum eru meldaði til skeiðið, møta á Sandi millum kl. 8.00 og kl. 17.00, so verða tit víst runt í tunlinum og fáa frágreiðing um forspíring, taðing og umplanting av spírum. Hetta verður mett at taka umleið ein tíma.

Av tí at plássið er avmarkað í tunlinum, kann vera, at onkur kemur at bíða eina løtu. 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369