SKEIÐIÐ Í GRØNMETISVELTING
3. partur av skeiðinum í grønmetisvelting verður í grønmetistunlinum á Sandi leygardagin 9. mai 2026 millum kl. 9.00 og kl. 18.00
3. partur av skeiðinum í grønmetisvelting verður í vakstrartunlinum á Sandi, hin 9. mai 2026, millum kl. 09.00 og 18.00. Tann dagin verður undirvíst í at gróðurseta planturnar, sum hava forspírað.
Dagurin verður skipaður á sama hátt sum 2. partur, har tað er opið hús í tunlinum. Tit, sum eru meldaði til skeiðið, møta á Sandi millum kl. 9.00 og kl. 18.00, so fáa tit tykkara smáplantur útflýggjaðar og fáa at vita, hvussu planturnar skulu handfarast frá nú av. Luttakararnir kunnu fyrireika seg upp á at seta spurningar um gróðurseting og annað tit ivast í. Møguleiki er at hyggja seg um í vakstrarhúsinum og fregnast um planturnar, sum vaksa har.
« Aftur