140x140

NÝGGJ LÓG UM LANDBÚNAÐARSTUÐUL

Nýggj lóg um landbúnaðarstuðul tók við 1. januar 2026; kunngerð til lógina er ikki lýst enn.

Arbeiðið at umsita nýggju stuðulsskipanina er lagt til Búnaðarstovuna, men áðrenn stovnurin kann fara til verka, krevst nýggj kunngerð um landbúnaðarstuðul at virka eftir.

Undanfarna landsstýri hevði eitt uppskot til nýggja kunngerð nærum klárt, tá løgtingsval varð útskrivað, og uppskotið tí datt burtur.

Samgongan, sum tók við í apríl, hevur raðfest arbeiðið at avgreiða nýggja kunngerð um landbúnað, og uppskot um hesa er lagt alment fram til hoyringar við freist hin 29. mai.

Eftir, at hoyringsfreistin er lokin, verður endalig støða tikin til innihaldið í kunngerðini, og hendan síðani lýst at verða sett í gildið.

Tástani ber til hjá Búnaðarstovuni at fara undir umsiting av nýggju landbúnaðarstuðulsskipanini, tí stovnurin hevur fingið boð um, at øll viðgerð skal bíða, til nýggj kunngerð hevur tikið við.

M.a. verða nýggj umsóknarbløð, saman við vegleiðing, tøk til ta tíð á heimasíðu stovnsins.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369