SKEIÐIÐ Í GRØNMETISVELTING 4. PARTUR
4. partur av skeiðinum í grønmetisvelting verður í grønmetistunlinum á Sandi leygardagin 13. juni 2026 millum kl. 9.00 og kl. 18.00
4. partur av skeiðinum í grønmetisvelting verður í vakstrartunlinum á Sandi, hin 13. juni 2026, millum kl. 09.00 og 18.00. Hendan dagin verður undirvíst í hvussu planturnar trívast undir fipurdúki, dúkur verður tikin av einum øki. Tosað verður um taðing og týning av skaðadjórum og loka. Greitt verður frá um ymsu planturnar, sum eru veltar á gróðrarøkinum hjá Búnaðarstovuni heima á Sandi. Og hvussu hetta og onnur tiltøk kunnu vera við til at víðka um grønmetisvakstrartíðina í Føroyum.
Dagurin verður skipaður á sama hátt sum 2. og 3. partur, har tað er opið hús í tunlinum. Tit, sum eru meldaði til skeiðið, møta á Sandi millum kl. 9.00 og kl. 18.00. Møguleiki er eisini at hyggja seg um í vakstrarhúsinum og fregnast um planturnar, sum vaksa har.
« Aftur