AFTUR LOYVT AT SKJÓTA GRÁGÆS
Løgtingið hevur samtykt at leingja heimildina í § 17a í Fuglaveiðulógini við 5 árum. Loyvi umfatar nú eisini Brandgás.
Tískil ber aftur til at søkja um loyvi at skjóta grágæs og brandgæs.
Tey, sum áður hava havt loyvi og ynskja at fáa tað longt, verða biðin um at fylla nýggja umsóknarblaðið út og senda Búnaðarstovuni tað á bst@bst.fo
Legg til merkis, tað eru einans festari, eigari ella leigari, sum kunnu søkja og skulu hesi hava vápnaprógv fyri at fáa loyvi at skjóta grágæs og brandgæs. Leiðbeining um hvørjar treytir eru fyri loyvi skal lesast, áðrenn søkt verður. Leiðbeiningin sæst her.
Umsóknarblaðið kann takast niður her.
« Aftur