140x140

LANDBÚNAÐARSKEIÐ 2026 - 2027

Við heimild í reglugerð frá undirvísingarmyndugleikanum skipar Búnaðarstovan, í samstarvi við Miðnám í Vestmanna, fyri landbúnaðarskeiðnum, sum gevur rætt til at festa landsjørð, uttan til tey festi, ið hava mjólkneytahald.

Undirvísingin fer fram á Búnaðarstovuni í Kollafirði og á Miðnámi í Vestmanna. Skeiðið byrjar 27. oktober 2026 kl. 19.00. Undirvíst verður týskvøld og hóskvøld kl. 19:00 – 22:30.

Skeiðið er í alt 240 tímar (undirvísing og steðgur) og fatar um átta skeiðspartar. Skeiðið er frá oktober 2026 til juni 2027. Hvør skeiðspartur  endar við próvtøku.

Skeiðið kostar kr. 3.500,-.  Skeiðsgjaldið skal vera goldið á kontu 6460-171.966.3 í Føroya Banka, áðrenn skeiðið byrjar. Skeiðsluttakararnir rinda sjálvir fyri bøkur, umframt fyri annað frálærutilfar, um tørvur er á hesum.

Búnaðarstovan skipar fyri tí praktiska í sambandi við skeiðið. Luttakarar, ið ynskja at melda seg til skeiðið, skulu boða frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 14. oktober 2026. Boðast skal frá við  teldubrævi til bst@bst.fo. Tá meldað verður til, skulu navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar upplýsast. Skrivið “Landbúnaðarskeið” í fráboðanarbreddan á teldupostinum.

Plássið er avmarkað, og Búnaðarstovan og Miðnám í Vestmanna taka støðu til, hvussu mangir skeiðsluttakarar kunnu sleppa til skeiðið í senn. Tað er møtiskylda til landbúnaðarskeiðið. Skeiðslutakararnir fáa neyvari kunning um skeiðið, áðrenn byrjað verður.

Tey, ið tørva hetta skeiðið í sambandi við ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava framíhjárætt.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369