KUNNINGARTILTAK UM EPLIR Á BÚNAÐARSTOVUNI
Mánakvøldið 26. oktober 2026 kl. 19.00 verður eitt kunningartiltak um eplir á Búnaðarstovuni í Kollafirði.
Mánadagin 26. oktober 2026 fær Búnaðarstovan vitjan av umboðum frá DANESPO í Danmark. DANESPO er ein av veitarunum av seteplum til Føroyar. Í hesum sambandi verður skipað fyri einum almennum kunningartiltakið á Búnaðarstovuni kl. 19.00 mánakvøldið.
Skráin fyri kvøldið verður hendan:
Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi greiðir frá eplaroyndunum, sum Royndarstøðin og Búnaðarstovan hava gjørt gjøgnum árini.
Kim Neider, grønmetisráðgevi tosar um avbjóðingar og trupulleikar í eplavelting, sum hann hevur sæð hesi bæði árini, hann hevur starvast í Føroyum.
Umboð fyri DANESPO greiða frá um ymisk eplasløg, tey hava til setepli. Tey koma m.a. inn á sløg við mótstøðuføri móti svartaspillu, dyrkingarviðurskifti, so sum taðing, aliarbeiði, trendir og ikki minst brúksendamál til ymsu sløgini.
Umboð fyri MBM tosa um teirra veitingaruppgávu av vælegnaðum seteplum, tøðum, plantuverju v.m., og hvørji framtíðarútlitini eru.
Tiltakið er alment og ókeypis, men gott er at vita á leið, hvussu nógv fólk koma, tí er ynskiligt, at meldað verður til tiltakið við at senda ein teldupost ella SMS til Kim Neider. Teldupost kn@bst.fo ella tlf. 299023.
« Aftur