140x140

INTERNORDEN2026 FARIÐ UM BAK

Fýra sera áhugaverdir dagar eru farnir afturum, har seyðaáhugað úr øllum Norðurlondum hava verið savnaði á Hotel Føroyum. Fyrst til tveir dagar við framløgum, har framløgur hava verið við nógvum ymiskum evnum um alt frá gransking í norðurlendskum seyðahaldi til meira praktisk viðurskifti sum stuðuls- og aliskipanir í Noregi, Íslandi, Finnlandi og Svøríki.

Greitt var frá, hvussu seyðahaldið er skipað í teimum ymsu londunum og  Evropa sum heild. Evnið so sum prísir, skipanir og mangt annað, sum hevur týdning og er viðkomandi fyri seyð og seyðabøndur í Norðurlondum og ikki minst her hjá okkum í Føroyum. Framløgudagarnir endaðu við einum panelkjaki, har londini tóku saman um, hvat tey hildu hava størstan týdning, og luttakararnir á ráðstevnuni kundu seta spurningar.

Triðja dagin var útferð til Navia, Varmakeldu og Dúvugarðar. Útlendsku luttakararnir vóru fegnir um at koma tætt upp á føroyskan seyð og samstundis fáa frágreiðing frá Óla Kristian um seyðaárið, smakka kjøt o.a. av garðinum, umframt at síggja, tógvið, sum Navia framleiðir úr ullini av sama seyði, og síggja hvussu troyggjurnar verða bundar á Navia.

Á Varmkeldu fingu gestirnir nærri innlit í neytahaldið í Føroyum, fingu góða heita súpan í kafeini í fjósinum á Varmakeldu, meðan neytini jótraðu niðri undir, og Bára hegnisliga greiddi frá um neytahald og ost, seyðahald og tógv á garðinum.

Í Dúvugørðum var fyrst vitjað í gomlu húsunum, hugt var eftir og greitt frá um føroysku rossini, sum ganga á beiti har norðuri. Fyri síðan at fara fram til garðin sjálvan, har Jóhan og Sonja greiddu frá um teirra seyðahald, fjall og fletting, sølu av tilfeinginum, avbjóðingar og teirra loysnir.

Endað var leygardagin við at vitja lokalu seyðasýningina í Hvalvík, har fyrst var hugt eftir, hvussu viðingarnir sýndu seyðin. Síðan var sami seyður sýnaður eftir norskum og íslendskum standardum. Norsku og íslendsku umboðini greiddu frá, hvussu teir høvdu sýnað sama seyð. Hvørji indeks tey hava upp á hvønn seyð, so sum ætt, avkom og aðrar eginleika til at døma eftir, áðrenn dømingin av sjálvum seyðinum verður gjørd.

Alt í alt ein áhugaverd ráðstevna, har serliga útlendsku gestirnir fóru væl nøgdir heim aftur. Nógv áhugavert var borið fram, soleiðis at øll hava lært okkurt frá hvørjum øðrum, og kunnu taka nakað við sær heim aftur at arbeiða víðari við.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369