STRÁFÓÐURSTUÐULIN 2013 LEYSGIVIN
Í dag hevur Búnaðarstovan leysgivið útgjaldingarnar fyri stráfóðurstuðlinum 2013.
Útgjaldingin er fyri regluliga stráfóðurstuðulin pluss eyka stráfóðurstuðulin sum løgtingið játtaði omaná regluliga stuðulin fyri 6 ár (2012 til 2017).
Útrokningarnar hjá Búnaðarstovuni, sum eru grundaðar á innlætnar stráfóðurnøgdir og sum eru settar í mun til neytatalið (stuðulsneyt) vísa, at regluligi stuðulin fyri 2013 er ásettur til kr. 54,65 pr. m3 ímeðan eykastuðulsjáttanin gevur kr. 235,54 pr. m3. Hetta gevur eitt samla útgjald á kr. 290,19 pr. m3. Hámarkið pr. stuðulskúgv er sett til 20m3.
Búnaðarstovan fer at senda einstøku umsøkjarunum skriv við frágreiðing um útgjaldingina ein av komandi døgunum.
Tað hevur tikið nakað av tið, at fáa stuðulin avgreiddan. Høvuðsorsøkin til tess er, at Búnaðarstovan avgjørdi at senda fólk út í fjósini at eftirkannað stráfóðurnøgdirnar og umsóknirnar, umframt at Búnaðarstovan eisini hevur avgreitt eyka stuðulin fyri 2012 eftir, at eykafíggjarlógin fyri september varð samtykt og neyðuga fíggjarliga heimildin harvið veitt.
Stráfóðurstuðul verður útgoldin við heimild í kunngerð nr. 96 frá 17. juni 2003 um stuðul til landbúnaðin. Somuleiðis verður latin stuðul sambært galdandi eykajáttanarlóg § 55. Stuðulin verður latin til egið framleitt stráfóður, sum verður brúkt í neytahaldinum – súrhoyggj í brunni ella rullubyrðu og hoyggj. Stuðulin kann vera treytaður av, at fóðrið lýkur ásett góðskukrøv.
« Aftur