Ærnar á Búnaðarstovuni skannaðar
Skanningin í ár vísti, at vit kunnu vænta okkum 26 tvílembir av teimum 180 ónum.
Vit vóru á fjalli í Heygshaga tann 19. februar 2014. Endamálið við hesum fjalli var at viga ærnar og at kanna, um tær eru kvidnar.
Ein samandráttur av skrásetingunum hesaferð er vístur í talvunum niðanfyri. Av 180 óm eru 172 kvidnar, harav 26 ganga við tveimum lombum. Av teimum geldu eru fimm gjólingar og tríggjar ær. Miðalvektin á ónum var:
2014 2013
Hvilvt 43,3 kg 43,4 kg
Svartá 41,4 kg 46,9 kg
Miðjan 41,5 kg 43,3 kg
Sunnasta 40,7 kg 44,5 kg
Orsaka av váta veðrinum í vetur, var væntandi, at seyðurin var verri fyri í ár í mun til í fjør. Út frá vektunum sæst eisini, at seyðurin er verri fyri í ár enn síðsta ár.
Í øðrum londum er vanligt at skanna ærnar. Endamálið er at fáa eitt gott grundarlag undir fóðringina, nú vit fara at geva ískoytisfóður. Tá er gott at vita, um ærnar eru kvidnar ella ikki, og um tær hava eitt ella tvey lomb, tí fóðurtørvurin til hesar tríggjar bólkarnar er so ymiskur.
Ætlanin er at fara á fjall aftur síðst í mars at geva heilivág, og tá verða ærnar aftur vigaðar.
Her niðanfyri er ein myndarøð frá skanningini. Úrslitið av skanningini sæst niðast á síðuni.
Gonga | Tvílembur | Einlembur | Geldar | Í alt |
---|---|---|---|---|
Sunnasta | 14 | 32 | 3 | 49 |
Miðjan | 6 | 45 | 1 | 52 |
Svartá | 4 | 45 | 3 | 52 |
Hvilvt | 2 | 24 | 1 | 27 |
Samlað | 26 | 146 | 8 | 180 |
« Aftur