FYRILESTRAR Á HOTEL FØROYUM UM SEYÐAHALD LEYGARDAGIN 22. MARS 2014 KL 15-17
Sum upphiting til kjøtkvøldið, sum verður leygarkvøldið 22. mars 2014, skipar Búnaðarstovan fyri fyrilestrum um seyðahald seinnapartin leygardagin.
Seyðurin í haganum hjá Búnaðarstovuni verður gjølla skrásettur, og hesar skrásetingar eru grundarlag undir ymiskum seyðaroyndum. Í fyrilestrum verður greitt frá skrásetingunum og ymiskum royndum, sum tey gera á Búnaðarstovuni.
Landsdjóralæknin fer eisini at halda fyrilestur um tey tiltøk, sum landsdjóralæknin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan gera fyri at basa ridluskriða. Nakað herfyri varð ridluskriði staðfestur á Skælingi, og seinasta heyst kannaðu tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovu seyðin á Skælingi og í grannahøgunum í Leynum, Kollafirði, Kaldbaksbotni og Norðradali.
Skráin:
Kl 1500 Skrásetingar og seyðaroyndir Rólvur Djurhuus
Kl 1530 Kanningar av ridluskriða Birna Mørkøre
Kl 1600 Roynd at royta lomb Jens Ivan í Gerðinum
Kl 1630 Ávirkan av grágás á grasvøkstur Rólvur Djurhuus
Kl 1700 Liðugt
Fyrilestrarnir eru ókeypis, og øll eru vælkomin.
« Aftur