LANDBÚNAÐARRÁÐSTEVNA Á HOTEL FØROYUM
Áhugavert vikuskiftið á Hotel Føroyum.
Nógv fólk við áhuga fyri landbúnaði og seyðahaldi, høvdu leita sær niðan á Hotel Føroyar um vikuskiftið. Fríggjadagin hevði MBM aðalfund og leygardagin vóru fleiri tiltøk, sum endaðu við einum sera hugnaligum kvøldi í veitsluhøllini, har tiltikna kjøtsmakkingin varð hildin og vinnarar kosnir.
Leygardagurin byrjaði við at Bóndafelag Føroya hevði aðalfund. Eftir aðalfundin hjá Bónafelagnum hevði Búnaðarstovan og landsdjóralæknin framløgur um seyðahald. Búnaðarstovan kunnaði um skipanina við Heygshaga sum royndarhaga meðan landsdjóralæknin kunnaði um støðuna við ridluskriðanum sum staðfestur varð á Skælingi og hvørji úrslit komið er fram til í tí sambandi.
Nógv fólk, eini 70 í tali vóru til kunnandi tiltøkini, sum endaðu klokkan 17. Klokkan 19 byrjaði kjøtsmakkingin, sum Hotel Føroyar skipaði fyri, fyri fjórðu ferð í røðini.
« Aftur