140x140

BÚNAÐARSTOVAN UMSITUR LOYVIR AT SKJÓTA GRÁGÁS

Búnaðarstovan skal umsita loyvi til at skjóta grágás í veltum lendi.
Fiskimálaráðið hevur lagt loyvisumsitingina av loyvum til at skjóta grágás, sum setur seg og ger skaða á velt lendi, til Búnaðarstovuna at umsita. Heimildin er í Løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2014, § 17 stk. 3. Eingin kunngerðarheimild er, men Fiskimálaráðið hevur gjørt reglugerð til Búnaðarstovuna at umsita eftir, eins og Búnaðarstovan hevur gjørt sær eina mannagongd.
Høvuðsendamálið við heimildini er at fyribyrgja skaða á sláttubø hjá bóndum. Serstakliga trupult er í nýveltum lendi, har sligið verður seint uppá árið og har sligið verður fleiri ferðir. Stóri skaðin hendir, tá grágásin legst á sláttubø og velt lendi, eftir at ungarnir eru floygdir, tá etur hon grasið og dálkar sláttubøin so illa, at í ringasta føri er ikki møguligt at sláa bøin til vetrarfóður.
Nú hevur so Føroya Løgting, sum eina roynd, samtykt at veita eina serstaka heimild í fuglaveiðilógini sum er í gildið til 1. juni 2017.
Tann, sum vil søkja sær loyvi, skal fylla út serstakt oyðiblað, sum finst á heimasíðu Búnaðarstovunar undir leinkjuni OYÐIBLØÐ.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369