140x140

DANIR STUÐLA OKSAKJØTFRAMLEIÐSLU

Danir satsa 1,08 milliard uppá oksaframleiðslu.
Meðan føroysku fjósini drepa tarvkálvarnar beint eftir kálving, tí føroyskt sláturneytahald ikki kann kappast við innflutt oksakjøt, satsa eitt nú danir nógv uppá at fáa teirra tilfeingi gagnnýtt og alt fram til fyrsta flokks matvøru í egnum landi.
Danski landbúnaðurin og stjórnin hava gjørt eina stuðulskipan, sum í fyrstu atløgu er ein seks ára avtala um sokallaðar “oksapremiur” til bóndur, sum fara undir at ala kálvar til slátur. Tað, sum danir kalla oksapremiur, er nett tað sama, sum vit kalla neytakjøtstuðul.
Avtalan tryggjar stuðulin fram til ár 2020, og satsurin er í fyrstu atløgu 1,08 mia ella 180 mió um árið til ein premiupakka til tann, sum vil fara undir sláturneytahald. Hesin premiustuðul er omaná tann vanliga landbúnaðarstuðulin til danska landbúnaðin frá danska statinum og EU. Stuðulin til danska landbúnaðin er frammanundan lutfalsliga gott og væl dupult so stórur, sum føroyski stuðulin, um roknað verður eftir íbúgvaratalinum.
Rokna vit hendan “oksapremiupakkan” um til føroysk viðurskiftir, vildi tað svara til, at Búnaðarstovan fekk játtað gott og væl 1,5 millión um árið  fram til 2020 markað til oksakjøtframleiðslu.
Í staðin hevur Búnaðarstovan fingið tey tungu boð, at føroyski landbúnaðarstuðulin skal minkast við íalt 2,8 milliónum. 1 millión í 2016 og 1,8 millión aftur í 2017.

Greinin í Landbrugsavisen kann lesast her: http://www.landbrugsavisen.dk/Nyheder/Netnyheder/2014/6/27/PhilippomkvaegaftaleLangsigtetkobletpraemiestortskridtidenrigtigeretning.htm

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369