140x140

Velting av jarðberum og hindberum

Norðurlendska verkætlanin um velting av jarð- og hindberum er nú endað.

Fígging:
  Hendan verkætlanin er fíggjað av NORA. Verkætlanin fekk eisini stuðul úr Føroyum frá Granskingarráðnum, MBM og Valiant Petroleum.
Tíðarkarmur:
  2011 – 2013
Luttakarar:
 Luttakarar í verkætlanini vóru Rólvur Djurhuus, Búnaðarstovan, Dag Røen, Njøs Næringsutvikling, Noregi, Jón Kristofer Arnarson og Úlfur Oskarsson, Landbúnaðarháskóli Íslands, Anders Iversen og Aqqaloraq Frederiksen, landbúnaðarráðgevingartænastan í Grønlandi.
Endamál:
  Endamálið var at kanna, um tað ber til at fara undir framleiðslu av jarð- og hindberum í Føroyum, Íslandi og Grønlandi á handilsligum grundarlagi á sama hátt, sum tey gera í øðrum londum, t.d. Noregi. Miðast skuldi ímóti at velta í plasttunlum ella bíligum vakstrarhúsum, fyri at skapa lívd og heitari veðurlag. Vit vita, at jarðber vaksa væl í urtagørðum í Føroyum og búnast vanliga í august. Endamálið við hesari verkætlanini var at kanna, um vit kunnu fáa ber á marknaðin fyrr á árinum og at halda framleiðsluni uppi, so nýhentað ber fáast alt summarið.
Mannagongd:
  8 metur breiðir plasttunlar vóru settir upp í øllum londunum. Ein í Føroyum - hjá Jákup Bærentsen á Sundi, ein í Grønlandi og nakrir í Íslandi. Plastið verður tikið av, tá liðugt er at henta um heystið og lagt á aftur várið eftir. Á Sundi eydnaðist hetta fyrra árið, men 4. september annað árið (2012) fór tunnilin av vindi, áðrenn plastikkið varð tikið av, og tá flutti verkætlanin til vakstrarhúsið hjá ALS í Sandavági. Tær fyrstu jarð- og hindberjaplanturnar vóru settar niður í juni 2011.
Heystið 2012 fór tunnilin í Grønlandi eisini av vindi, eins og tveir tunlar í Íslandi fingu stóran vindskaða.
Úrslit av verkætlanini:
  Planturnar vuksu heilt væl undir plasti, og fyrstu berini blivu hentaði longu fyrsta árið. Annað árið bleiv plastið lagt á seinast í mai, og fyrstu berini hentaði fyrst í juli, og tað bleiv hentað javnt alla tíðina, og tað vóru framvegis ber eftir, tá tunnilin fór av vindi í september.
Triðja árið (2012) flutti verkætlanin til vakstrarhúsið hjá ALS í Sandavági. Planturnar stóðu í pottum á borðum, sum stóðu inni allan veturin og har var eingin upphiting, hvørki vetur ella summar. Hesin parturin av verkætlanini eydnaðist sera væl. Fyrstu berini blivu hentaði longu 17. mai, og tey hentaðu ber alt summarið og út á heystið.
Fyrsta og annað árið vóru øll berini seld til Hotel Føroyar. Í 2012 seldu fólk hjá ALS ymsastaðni í Føroyum, t.d. í Vágsbotni og eisini beinleiðis úr vakstrarhúsinum. Keypararnir tóku væl ímóti berunum.
Niðurstøða:
  Úrslitini av verkætlanini vísa, at tað ber væl til at framleiða góð og vælsmakkandi ber í eitt langt tíðarskeið um summarið.
Úrslitini vísa, at vanligir plasttunlar, sum tey nýta í øðrum londum, kunnu langt frá nýtast allastaðni í Føroyum, og tað tryggasta er uttan iva at byggja vakstrarhús. Men vit vita frá royndum, at plasttunlar hava staðið í nógv ár í veðurgóðum støðum, t.d. á gróðurstøðini í Hoydølum, so hvør einstakur, sum kundi hugsað sær at fara undir tílíka framleiðslu, má sjálvur meta um vindin á staðnum.  
Verkætlanin er endað og arbeiðið hjá Búnaðarstovuni í hesum sambandi er liðugt. ALS heldur fram við velting av berum, men marknaðurin er nógv størri, enn tey eru før fyri at nøkta, so eftir er at vóna, at onnur áhugaði, sum hava umstøður og hug og hegni til slíkt, fara at royna seg, og Búnaðarstovan er fús at veita ráðgeving.

Nágreiniligt tilfar um verkætlanina kann lesast her

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369