140x140

NORDEN MÆLIR TIL AT STUÐLA FAMILJUBRÚKUM

Nordisk Ministerråd mælir til at stuðla familjubrúkum
Í tíðindaskrivi 3-2014 frá Nordisk Ministerråd verður innleiðandi víst á, hvønn týdning veðurlagsbroytingarnar kunnu væntast at fáa og hvat roknast kann við, eitt nú at fiskastovnar broytast og at gróðrartíðin á landi fer at leingjast í okkara norðurumráði orsaka av at hitin veksur. Tað fer at gera tað lættari at gróðurseta og velta landbúnaðargrøði og harvið kemur okkara øki at fáa størri týdning sum framtíðar matkovi.
Víst verður í tíðindabrævinum á, at ST hevur lýst 2014 sum ST´s ár fyri familjulandbúnað. Í hesum sambandi ynskir ST, at seta fokus á, hvussu umráðandi tað er, at verja og hjúkla um familjubrúkini í landbúnaðinum. Familjubrúkini eru ein týíðandi liður í matvøruframleiðsluni og tí umráðandi uppgávu, sum tað er at umsita mentunarlandsløg, mattrygd og burðardyggari matvøruframleiðslu. Spjadda búsetingin og lokali landbúnaðurin tryggjar búsetingarmynstrið og heldur lív í útjaðaranum og lokalum marknaðum. Nordiske Bønders Centralråd (NBC) mælir tí øllum lokalum politikarum og myndugleikum til at stuðla familjubrúkum, sum eru ein sentralur partur av útjaðaranum. Mælt verður til ítøkiliga at stuðla á fylgjandi økjum:
·        Menna politisk og økonomiskar skipanir sum stuðla upp undir familjulandbúnað
·        Varðveita skipanir sum stuðla undir familjubrúk og persónligan innsats
·        Prioritera fígging og stuðulskipanir sum stuðla familjubrúkum
·        Skapa góðar karmar fyri ungum fólki sum vilja taka við ábyrgd av familjubrúkum
·        Stuðla og styrkja lutafeløg og teirra mennandi virksemi innan landbúnaðin
Búnaðarstovan hevur í eina tíð havt sæti sum eygleiðari í Nordisk Ministerråd (EK-Jordbrug). Somuleiðis hevur Búnaðarstovan ein eygleiðaralim í nevndini hjá NORDGEN.
Búnaðarstovan
Frammi í Dal 166
410 Kollafjørður

Her kann greinin heintast í pdf formi

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369