STUÐUL TIL FØROYSK ALIDJÓR
Stuðulin til føroysk húsdjór hækkaði í 2014 við 100.000,- kr. Búnaðarstovan hevur í tí sambandi gjørt av at fylgja álitinum, sum varð gjørt fyri nøkrum árum síðan og lata stuðul til alidjór av føroyskum uppruna umframt vanliga stuðulin til verkætlanir í samband við aling av føroyskum húsdjórum. Búnaðarstovan hevur gjørt eitt umsóknarblað til hetta, sum kann heintast her. Fyri at fáa stuðul til aliross, skal rossið hava verið nýtt í alingini síðstu árini. Ryssa skal hava folað føroyskt fyl í ár ella síðsta ár. Greðingar eldri enn 4 ár skulu hava fingið føroyskt fyl, meðan møguleiki er at søkja um stuðul til allar greðingar, sum eru 1 til 4 ára gamlir. Harumframt, skulu rossini vera merkt við erflís og vera staðfest sum føroysk við blóðroynd.
Freistin at søkja um stuðul til verkætlanir var 1. mai, meðan freistin at søkja um stuðul til alidjór er 1. desember 2014, við at senda Búnaðarstovuni útfylt umsóknarblað.
« Aftur