140x140

AVGERÐ OG STEYPAHANDAN

Fríggjakvøldið 21.11.2014 kl. 19.00 verður úrslitið av Landsseyðasýningini 2014 kunngjørt á Búnaðarstovuni í Kollafirði.

Skráin fyri kvøldið er hendan:

 

  • Búnaðarstovan bjóðar vælkomin
  • Vit syngja “Nú hvítna tindar fjøllum á”
  • Ari Johannesson vísir video av øllum seyðunum á landsseyðasýningini
  • Oddjó Stovugarð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni greiðir frá um ridluskriðakanningarnar
  • KAFFISTEÐGUR
  • Matvørulógin og føroyskt kjøt: Landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø siga sína áskoðan
  • Ari vísir video av teimum 8 seyðunum, ið hava flest stig
  • Úrslitini verða kunngjørd, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður handar steyp
  • Vit syngja fyrsta ørindi av tjóðsanginum
  • Liðugt

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369