LANDBÚNAÐARRÁÐSTEVNA Í KLAKSVÍK
Í 2014 varð skipað fyri einari landbúnaðarráðstevnu í Klaksvík, har fokus var sett á føroyskan landbúnað. Ráðstevnan var sera væleydnað, og nógv fólk luttóku. Stigtakararnir avgjørdu, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak, har fólk við serligum áhuga fyri føroyskum landbúnaði kunnu hittast og fáa eina breiðari fatan av virkseminum innan føroyskan landbúnað. Landbúnaðarráðstevnan, sum frameftir fær heiti "Búnaðarstevnan", verður tann 24. januar 2015 í Ósáskúlanum í Klaksvík.
Ráðstevnan 2015 fer serliga at leggja dent á ætlanir um einskiljing av landsjørðini og um seyðahald, ferðavinnu og annars tað, sum er tengt at landbúnaðinum í Føroyum.
Ráðstevnan endar við einum pallborðsfundi, har allir teir politisku flokkarnir eru umboðaðir. Fundurin verður skipaður sum ein kjakfundur, har møguligt er hjá fólki í salinum at seta fram viðkomandi spurningar til pallborðsluttakararnar.
Skrá og annað kann lesast á bunadarstevna.fo
« Aftur