FYRILESTRAR Á HOTEL FØROYUM UM SEYÐAHALD LEYGARDAGIN 14. MARS 2015 KL. 15.30 - 17.00
Sum upphiting til kjøtkvøldið, sum verður leygarkvøldið 14. mars, skipar Búnaðarstovan fyri fyrilestrum um seyðahald seinnapartin leygardagin.
Evnið hesaferð er ridluskriði og seyðasýningar. Seinastu árini eru blóðroyndir tiknar av seyði í fleiri høgum, og kanningar eru gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyri at staðfesta, hvussu mótstøðuførur seyðurin er móti ridluskriða. Heilsufrøðiliga Starvsstova fer at greiða frá um hesar kanningar og geva varislig tilmæli um, hvussu farast skal fram fyri at basa ridluskriða. Í fyrilestrum verður eisini greitt frá kanningum, sum verða gjørdar á Búnaðarstovuni, og greitt verður frá um framtíðarætlanir.
Eisini verður fyrilestur um seyðasýningar, har greitt verður frá, hvat dentur skal leggjast á, tá seyður verður sýnaður, og spurningurin um at taka ridluskriðamótstøðuføri við í seyðasýningarnar verður eisini umrøddur. Til seinast verður fyrilestur um seyðahald og seyðasýningar fyrr, har eisini gamlar myndir verða vístar.
Skráin:
Ridluskriði og seyðasýningar
1530 Kanningar av ridluskriða og tilráðingar
Oddjó Stovugarð, Heilsufrøðiliga Starvsstovan
1555 Masteruppgáva um ridluskriðakanningar í Føroyum
Selma Dahl Erol, Sveriges Lantbruksuniversitet/Búnaðarstovan
1610 Ridluskriðakanningar av óm á Búnaðarstovuni í 2014
Rólvur Djurhuus, Búnaðarstovan
1620 Ridluskriði og seyðasýningar
Rólvur Djurhuus, Búnaðarstovan
1635 Seyðahald og seyðasýningar fyrr
Ari Johanneson, Búnaðarstovan
1700 Liðugt
Fyrilestrarnir eru ókeypis, og øll eru vælkomin.