140x140

VEKTIR Á ÓM MARS 2015

Týsdagin 31. mars 2015 vóru vit á fjalli í Heygshaga og góvu heilivág, og vigaðu vit eisini allan seyðin. Ærnar eru farnar aftur síðani seinasta fjall 11. februar 2015. Miðalvektin hesaferð var 42,4 kg móti 43,6 kg í februar. Um somu tíð í fjør vigaðu ærnar 43,0 kg og vóru tá farnar 1,5 kg fram eftir einum góðum mánað. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til hendan mun. Eftirgróðurin er ymiskur frá ári til ár, alt eftir nær bøurin er sligin, talið á tvílembum er ymiskt frá ári til ár, og hvussu veðrið hevur verið man eisini gera mun. Tað regnaði illa í hesum tíðarskeiðunum bæði í ár og í fjør, men tað var umleið 0,8 stig heitari í fjør.


 

 

 

 Vekt á seyðinum í Heygshaga í mars 2014 og 2015

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369