140x140

FØROYSKAR RYSSUR VIÐGJØRDAR

Í vikuskiftinum helt Felagið Føroysk Ross til í fjósinum hjá Búnaðarstovuni. Sum liður í aliarbeiðnum hjá felagnum vóru sjey føroyskar ryssur kannaðar og viðgjørdar fyri bruna í lívmóðrini. Hetta er triðja árið á rað, at føroysku ryssurnar verða viðgjørdar á hendan hátt, og hevur hetta givið úrslit. Ryssur, sum ikki eru kvidnar yvirhøvur ella ikki í fleiri ár, hava nú folað. Bakteriur í lívmóðurini vísir seg at vera ein trupulleiki hjá føroysku ryssunum, men tá tær hava fingið viðgerð, verða fleiri av teimum kvidnar. Síðsta ár komu væl fleiri føroysk fyl undan, enn tað eru komin árini frammanundan. Tað eru tó ikki bara føroysku ryssurnar, sum hava hendan trupulleikan. Onnur hava sæð úrslitið av arbeiðinum hjá Felagnum Føroysk Ross og komu við ryssum, sum ikki hava folað síðstu árini. So nú verður áhugavert at síggja úrslitið av arbeiðinum, tá skannað verður í heyst.

 

Alt verður neyvt skrásett, so síggjast kann hvør ryssa er viðgjørd við hvørjum, og um somu bakteriur eru afturvendandi ár eftir ár.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369