ÁSEYÐAROYTING 2015
Mikudagin 8. juli vóru vit í áseyðaroyting á Búnaðarstovuni. Umframt tað vanliga arbeiðið, varð seyðurin vigaður og vektirnar skrásettar. Hetta hava vit gjørt fleiri ferðir seinastu árini. Úrslitið vísir, at lombini vóru betur fyri í fjør enn í ár, og eisini var lambatalið minni í 2015 enn í 2014.
Sammeta vit fýra tey seinastu árini, er munurin hesin:
Ár
|
2012
|
2013
|
2014
|
2015
|
Dato
|
3. juli
|
3. juli
|
9. juli
|
8. juli
|
Miðalvekt í kg.
|
20,81
|
19,9
|
24,6
|
22,56
|
Rokna vit síðan við, at dagligur vøkstur er 250 g, er munurin millum 2014 og 2015 hesi:
Ár
|
2014
|
2015
|
Dato
|
9. juli
|
8. juli
|
Miðalvekt í kg.
|
24,6
|
22,81
|
Tað merkir, at lombini vigaðu 1,79 kg meira somu tíð í fjør.
Vektirnar á lombunum í áseyðaroyting:
Lombini á Hvilvt vóru fyrstu ferð vigaði tann 08.07.15.
Vektirnar á tvílembulombunum:
Í Sunnastu Gongu eru 22 tvílembulomb – í Miðjuni 12 tvílembulomb – við Svartá 6
tvílembulomb og á Hvilvt eru 2 tvílembulomb
Sí annars vektirnar í mai.
Afturat teimum vanligu skrásetingunum vóru blóðroyndir tiknar av lombunum, fyri á hendan hátt at kunna ala okkum burtur úr ridluskriðanum. Eisini bleiv helvtin av lombunum í Miðjuni og í Sunnastu roytt. Hetta er fjórða árið av fimm árum, har lomb verða roytt, fyri at fáa kunnleika um, um hetta ávirkar flettivektina á heystardegi.
Ærsvektirnar higartil fyri 2015 síggja soleiðis út:
Til stuttleikar kann nevnast, at miðal prosent vøksturin á lombunum frá lembing til 26. mai, var 42%, meðan miðal prosent vøksturin á lombunum frá 26. mai til áseyðaroyting 9. juli, tað er 43 dagar, var 48%. Eisini kunnu vit nevna, at tyngsta lambið í ár vigaði 31,5 kg í mun til 40 kg í fjør. Tað minsta lambið í ár vigaði 11,5 kg í mun til 10 kg í fjør.
Samanumtikið vóru ærnar toluliga væl fyri og høvdu hampiliga filing. Tó vildi tað ikki verði skeivt at fari á fjall nakað seinni, tá hugsa verður um filingina, men heilivágurin má eisini gevast, og í ár hava ærnar brúk fyri øllum stimbrandi eftir hendan harða veturin og ringa summarið.
« Aftur