140x140

ULLAMÓTTØKA 2015

Sirri og Navia taka í móti ull í ár

Sirri tekur í móti ull á Búnaðarstovuni í august mánaða 2015. Tikið verður móti ull hesar dagar frá kl. 10.00 til kl. 17.00:

3. til 6. august, 10. til 13. agust, 17. til 22. august og 24. til 29. august 2015.

Í Suðuroy verður tikið í móti hesar dagar: 7. og 8., 14. og 15. august 2015.

Fyri ullina verður vøra latin í býti, latið verður 10,- ella 20,- kr. kg fyri ávikavist nýggja og gamla vøru.

Vøra verður at fáa í Kollafirði frá 20. til 29. august kl. 10.00 til 17.00 og í Suðuroy frá 7. til 18. august.

Nærri upplýsingar fáast við at ringja til Árna Brattaberg á tlf. 52 40 06

 

 

Navia tekur ímóti ull á Toftum. Ullin skal verða turr og best er, um tann skitnasta ullin er skild frá.
Eitt gávukort, sum er galdandi í 6 mánaðir, verður latið fyri ullina. Fyri gávukortið kann keypast av øllum vørum, ið Navia selur. Hetta umfatar: troyggjur, føroyskt tógv, útlenskt tógv, stokkar, styvlar, jakkar, arbeiðsklæðir og nógv annað.
Gávukortið er galdandi fyri handlarnar hjá Navia í SMS og á Toftum.
Ullamóttøkan byrjar á Toftum mánadagin 3. august. Tikið verður ímóti ull 1. og 2. viku í august mánaði, allar yrkadagar millum kl. 10.00 og 16.00. Latið verður 7,- kr fyri kg.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369