SKRÁ OG PRÍSIR TIL ULLARÁÐSTEVNUNA
Her er skráin til ullaráðstevnuna North Atlantic Native Sheep and Wool Conference 2015. Skráin er enn fyribils, men væntandi verða bert smávegis broytingar í skránni. Skráin er býtt í tveir partar. Fyrrapartarnar eru fyrilestrar, framsýning og orðaskifti, seinnapartarnar verða túrar gjørdir, har vitja verður úti um landið. Fríggjakvøldið verður framsýningin opin fyri almenninginum.
Byrjað verður hósdagin 10. september kl. 18.00 við skráseting, og at framsýningin verður sett upp.
Fríggjadagin 11. september
08.30 - 09.00 Skráseting
09.00 - 09.15 Vælkomin - landbúnaðarmálaráðharrin
09.15 - 10.00 Karin Svarstad Flatøy, Noreg, upprunin til ráðstevnuna
10.00 - 10.30 Jens Ivan í Gerðinum, Búnaðarstovan, sosiali og mentunarligi siðaarvurin
10.30 - 11.00 Dana MacPhee, Hebridurnar, Mini Mill
11.00 - 11.30 Guðrun Rógvadóttir, Guðrun & Guðrun, mótaklæðir úr ull
11.30 - 12.00 Framsýningin er opin fyri luttakarunum
12.00 - 13.00 Miðmáli á Hotel Føroyum
13.00 - 15.00 Vitjan á Búnaðarstovuni, har greitt verður frá um royndir, Búnaðarstovan ger. Har verður seyður í rættini, umframt óvaskað ull og føroysk ross.
15.00 - 19.00 Vitjan í Pakkhúsinum í Bø, har tey spinna og binda og siga frá, hvussu ull verður til tógv. Kaffi og køkur verða at fáa har.
19.30 - 22.00 Framsýningin á Hotel Føroyum er opin fyri almenninginum.
Leygardagur 12. september
09.00 - 09.30 Gunnar Rúnar Kristjánsson, Ísland, innsavning og flokking av ull í Íslandi
09.30 - 10.00 Helga Scot, Orknoyggjar, Mini Mill
10.00 - 10.30 Árni Brattaberg, Sirri, arbeiði við ull
10.30 - 11.00 Orðaskifti millum luttakararnar um seyðahald og ull
11.00 - 12.00 Framsýningin er opin fyri luttakarunum
12.00 - 13.00 Miðmáli á Hotel Føroyum
13.00 - 18.00 Farið verður oman í Havnina, gingið verður út á Reyn og Tinganes, vitjað verður í Havnar Kirkju, Gamla Bókhandli og øðrum handlum, sum selja tógv og ullvørur. Ferðaleiðari verður við og sigur frá nýggjum og gomlum søgum. Farið verður síðan til Kirkjubøar, har sagt verður frá seyðahaldinum har og serligu søguni hjá garðinum. Kaffi verður borðreitt í søguligu umstøðunum.
20.00 - 02.00 Galla døgurði á Hotel Føroyum
Sunnudagur 13. september
09.30 - 10.00 Daniel P. Hansen, Ísland, Leadersheep, seyður, ið gongur á odda fyri fylgjunum, á føroyskum betri kent sum slóðari
10.00 - 10.30 Sigert Patursson, Bóndafelag Føroya, føroyskt seyðahald
10.30 - 11.00 Hilda Buer, Noreg, norsk villsau, sum líkist okkara seyði nógv.
11.00 - 12.00 Orðaskifti um seyðahald og ull, framsýningin er opin.
12.00 - 13.00 Miðmáli á Hotel Føroyum
13.00 - 19.00 Busstúrur inn í Eysturoynna. Koyrt verður um Eiðisskarð og til Gjáar. Farið verður síðan til Norðagøtu, har vitja veður á Varmakeldugarði. Bóndakonan, Bára Joensen sigur frá søguni hjá garðinum og arbeiðinum í dag, vit heilsa upp á djórini á garðinum og fáa kaffi og køku. Síðan gongur leiðin inn á Toftir, har vitja verður á Navia, greitt verður frá teirra arbeiði við ull. Túrurin endar á Snælduni á Strondum, har greitt verður frá um hvussu tey hava arbeitt síðan 1949, tá fyritøkan var stovnað.
Ráðstevnan endar sunnukvøldið, tá túrurin í Eysturoynni hevur verið. Til ber tó at keypa døgurða á Hotel Føroyum sunnukvøldið, Døgurðin skal bíleggjast áðrenn. Tað kann gerast samstundis, sum meldað verður til ráðstevnuna.
Prísurin fyri alla ráðstevnuna er kr. 3.390,- , har er íroknað luttøka til fyrilestrarnar, miðmáli á Hotel Føroyum og kaffi um morgunin og seinnapartin, eisini eru útferðirnar íroknaðar og galla døgurðin leygarkvøldið. Til ber tó eisini at melda til einstakar dagar og eru prísirnir tá hesir:
Fyrilestrar 1 dag: kr. 580,-
Fyrilestrar 3 dagar: kr. 1.575,-
Útferðir 3 dagar íroknað galladøgurða: kr. 1.835,-
Bert galladøgurði: kr. 550,-
Døgurði fríggjakvøldið og sunnukvøldið er ikki íroknaður, men kann bíleggjast samstundis, sum meldað verður til fyri kr. 280,- fyri tveir rættir ella kr. 340,- fyri 3 rættir. Eisini kann kamar bíleggjast á Hotel Føroyum ella á Kerjalon.
Íroknað fyrilestrar er kaffi fyrrapartin og miðmáli á middegi. Íroknað útferðirnar er kaffi seinnapartin.
Tilmelding fer fram hjá GreenGate við t-posti til info@greengate.fo ella við at ringja 350520
« Aftur