SKURÐFJALL 2015
Týsdagin 22. september vóru vit á fjalli í Heygshaga. Veðrið var gott og raksturin gekk væl. Øll tøkulomb, sleppingarlomb, veðrar og ær blivu vigað, eins og øll sleppingarlomb blivu koppsett.
Komandi dagarnar verður flett, og vit koma at skráseta nágreiniliga hvørt lamb, fyri at fáa so fullført hagtalsyvirlit sum til ber.
Sláturvektirnar verða lagdar út á heimasíðuna, tá liðugt er at fletta. Inntil tá, kunnu tit sammeta livandi heystfjallsvektirnar tey seinastu fýra árini, á talvuni niðanfyri.
« Aftur