LANDSSEYÐASÝNINGIN 2015
Landsseyðasýningin verður eins og síðstu árini, at sýnsmenn fara út í økini at sýna. Hetta verður í tíðarskeiðnum 12. til 16. november 2015.
Fyri at luttaka í landsseyðasýningini, skal seyðurin hava fingð eina váttan uppá, at hann er sýnaður á lokalari sýning av 3 sýnarum, harav 2 skulu vera góðkendir. Sama váttan, sum var brúkt av sýnsmonnunum síðsta ár, verður brúkt aftur í ár. Harafturat skal seyðurin vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótsøðuføri móti ridluskriða.
Seyðurin skal meldast til landsseyðasýningina á Búnaðastovuni í síðsta lagi mánadagin tann 9. november 2015 kl. 15.00. Luttøkugjaldið er 200,- kr. pr. seyð, sum verður flutt Búnaðarstovuni á konto 6460-171.966.3. Tá meldað verður til, skulu sýnsváttan og kvittan fyri luttøkugjald sendast Búnaðarstovuni samstundis.
Valdir verða 5 góðkendir sýnsmenn, umframt ein samskipari og ein skrivari.
Tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna 3 teir vakrastu veðragjólingarnar, 3 teir vakrastu veturgamlu veðrarnar og 3 teir vakrastu veðrarnar 2 ár ella eldri.
Samskiparin setir seg í samband við ein persón úr økinum, sum samlar vinnandi seyðirnar frá viðkomandi sýning á einum stað. Hetta er tó treytað av, at teir eru meldaðir til landsseyðasýningina. Síðan fara valdu sýnsmennirnir út at sýna viðkomandi seyðir.
Sýnsháttur: seyðurin verður sýnaður eftir einum stigaskala frá 0 – 10 fyri ávikavist – bein framman – bein aftan – horn – ull – heildarmynd.
Mátini frá teimum lokalu sýningunum verða nýtt. Sýnsmenninir sýna hvør sær, og tá liðugt er á einum stað, verða sýnspappírini hjá teimum 5 dómarunum handað skrivaranum til varðveitslu.
Tá allur tann tilmeldaði seyðurin er sýnaður, skulu sýnsmennirnir velja tríggjar teir vakrastu seyðirnar burtur úr. Hesir verða valdir millum tey 8 lombini, ið hava fingið flest stig. Sami háttur verður nýttur at velja vakrastu veðrar út. Seyður nr. 1 – 2 – 3 og vakrastu veðrar verða valdir út á Búnaðarstovuni. Sýnsmennirnir koma at hava myndir at styðja seg til, tá teir skulu velja teir vakrastu seyðirnar.
Aftaná, at vakrastu seyðir og veðrar eru funnir, skulu sýnsmenninir taka støðu til møguligar úrvalsseyðir millum hesar. Um seyður nr. 1 ikki kann verða úrvalsseyður, kunnu 2 og 3 heldur ikki verða. Úrvalsseyðirnir verða valdir við meiriluta millum teir tríggjar dómararnar.
Sýnsmaður, ið er ógegnigur, hevur skyldu at boða samskiparanum frá.
Vegleiðing fyri sýn av brundseyði kann lesast her