140x140

FUNDUR UM GAGNNÝTSLU AV FØROYSKU ULLINI

Fundur verður á Búnaðarstovuni hósdagin 10. desember 2015 kl. 14.00, har framtíðarmøguleikarnar fyri gagnnýtslu av føroysku ullini verða umrøddir. Í 2015 hevur tíbetur verið ein ávísur áhugi fyri spurninginum um at gagnnýta føroysku seyðaullina betur, og er hettar komið í lag í kjalarvørrinum av t.d. umrøðuni av Bindifestivalinum í Fuglafirði í apríl og Altjóða Ullaráðstevnuni í Tórshavn í september.

Búnaðarstovan tekur stig til hendan fundin í vónini um at hitta teir persónar á máli samstundis, sum á ymsan hátt kunnu hugsast at hava ítøkiligan áhuga í menning av framtíðarmøguleikunum fyri eini burðardyggari gagnnýtslu av tí rávørutilfeingi, sum er í ullini. Okkara vón er, at ein tílíkur “uppsavningarfundur” kann vera høvið, har ymsu sjónarmiðini hjá viðkomandi pørtunum verða borin fram og verða viðmerkt. Somuleiðis ynskja vit eisini at fáa lýst nærri, í hvønn mun Búnaðarstovan kann dugna endamálinum um at gagnnýta ullartilfeingið betur.

Fundurin verður skipaður soleiðis, at tey, ið frammanundan hava boðað frá tí, fáa høvi at halda eina styttri framløgu (maks. 10 min.) at bera síni sjónarmið fram.

Eftir tær skipaðu framløgurnar verður orðið frítt til umrøðu og kjak, bæði um framløgurnar og um tað, luttakararnir annars hava uppá hjartað í hesum máli.

Búnaðarstovan hevur longu gjørt avtalu við ein búskaparfrøðing um eina kanning nú í vetur at lýsa teir búskaparligu menningarmøguleikarnar í eini virðisøking av ullini “frá pesjuni á rættini til mótaplaggið í søluvindeyganum”.

Vit fara síðani seinni at taka samanum allan spurningin og miðja eftir, seinni í vetur, at senda avvarðandi myndugleikum eina niðurstøðu og ítøkiliga ætlan fyri framtíðar gagnnýtslu av ullini.

Tey, ið ynskja at halda eina stutta, beinleiðis framløgu á fundinum (maks. 10 min.) verða vinaliga biðin um at boða frá hesum frammanundan. Tey, ið ynskja at taka lut á fundinum, verða somuleiðis biðin um at siga frá við telduposti til dj@bst.fo ella á tlf. 299019. Freistin at boða frá um framløgu og um luttøku er tann 7. desember.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369