140x140

Á FJALLI AT VIGA ÆRNAR

17. desember róku vit ærnar í rætt. Vit vigaðu allar ærnar og kundu staðfesta, at ærnar í Heygshaga eru afturfarnar við 4,9 kg síðani november mánað í ár.

17. desember róku vit ærnar í rætt. Vit vigaðu allar ærnar og kundu staðfesta, at ærnar í Heygshaga eru afturfarnar við 4,9 kg  síðani november mánað í ár. Onki óvanligt er í hesum, og samanborið við í fjør og tey hagtøl, vit hava skrásett higartil, síggja vit eina ábending um, at ærnar viga mest í november mánað, og er hetta helst vanligu vektarsveiggini hjá ærseyði ígjøgnum árið. Kortini mugu vit gera greitt, at hendan dagin, vit vóru á fjalli, regnaði illa, og tí er vektin ov stór. Vit fara í næstum at gera eina kanning fyri at finna munin millum vátan og turran seyð. Harvið ávirkast úrslitini ikki av veðrinum.

 

Vekt av óm gjøgnum árið 2012 - 2015

 

Annars kann sigast, at ærnar, sum eiga sleppingarlombini, sum væntað, viga minni enn ærnar, ið ikki er slept undan. Tær eru sløk 1,5 kg lakari í november og munurin er vaksin til 3,4 kg í desember. Gjólingarnir eru ikki við í hesum yvirlitinum.

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369