140x140

TEKNISKI SKÚLI Á BÚNAÐARSTOVUNI

Samstarv millum Búnaðarstovuna og Tekniska Skúla í Tórshavn

Næmingarnir á Tekniska skúla í Tórshavn, sum læra til Tilvirkisatstøðing, hava í seinastuni verið í skúla á Búnaðarstovuni.  Evnið, sum tey fáa undirvísing í, er føroyskur landbúnaður sum heild. Miðað verður eftir at geva næmingunum grundvitan um føroyskan landbúnað. Kunnað verður um seyðahald, neytahald og onnur húsdjór, og somuleiðis verður greitt frá um gras til fóður, korn, eplir og aðra grøði.

Serligur dentur verður lagdur á spurningin um, hvussu ullin best kann fáast til høldar. Hetta hevur verið ein stórur trupulleiki í nógv ár, einamest tí prísurin er so lágur, og fyri tilvirkisatstøðingar er tað av týdningi, at trupulleikin verður loystur, tí ullin er ein týðandi rávøra í hesum fakinum. Næmingarnir hava eisini fingið høvi til at sleppa við á fjall at savna seyðin til skanning um kvið og til skrásetingar í samband við royndararbeiði.

Randi Samsonsen er fyriskipari fyri útbúgvingini, og lærari á Búnaðarstovuni er Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarfrøðikandidatur.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369