KORN – RÁÐSTEVNA Á ORKNOYGGjUM
Búnaðarstovan er við í fleiri norðurlendskum verkætlanum. Ein teirra er Northern Cereals – New Markets for a Changing Environment, fíggjað av ES. Henda verkætlan er undir tí, sum eitur Northern Periphery and Arctic Programme (NPA), har høvuðsarbeiðsumráði er norðanlond.
Høvuðsendamálið við hesi verkætlan er at varpa ljós á bygg og hvørjar eginleikar bygg hevur, bæði sum fóður til húsdjór, sum mannaføði og til at bryggja við. Bygg hevur aldargamla siðvenju í føroyskum landbúnaði, men hvarv tíverri næstan heilt úr landslagnum fyri um 50 árum síðani. Í hesi verkætlanini er høvuðsdentur lagdur á at breiða vitan millum samstarvslondini og endurskapa kornvelting sum ein lið í landbúnaðarframleiðsluni. Forsøgnir siga okkum, at okkara veðurlag helst fer at gerast lýggjari , og arbeiða vit sostatt fram ímóti at brynja okkum til øðrvísi krøv í landbúnaðinum mótvegis tí náttúru, sum vit mugu arbeiða undir.
Okkara verkætlanarleiðari fyri Føroyar, Jens Ivan í Gerðinum var á kunningarferð á Orknoyggjum í fjør heyst, og burturúr hesum túri er forvitnislig grein skriva um vitjanina frá umboðunum fyri NPA verkætlanini “Northern Cereals – New Markets for a Changing Environment”.
Við loyvi frá Brewer and Distiller International endurprenta vit bretsku greinina, ið var at lesa í blaðútgávuni hjá teimum í februar í ár. Les meira her: Brewer and Distiller International, Feb 16.
« Aftur