TILTAK Á BÚNAÐARSTOVUNI AT LÝSA KAPPINGARFORTREYTIRNAR Í LANDBÚNAÐINUM
Búnaðarstovan skipar mánadagin 4. juli 2016 fyri einum tiltaki, har roynt verður at lýsa kappingarfortreytirnar, sum føroyskur landbúnaður hevur frá innfluttum landbúnaðar- og matvørum, og at umrøða ymsar vakstrarmøguleikar.
Núverandi landsstýrissamgonga boðaði í síni virkisskrá í september 2015 frá m.a. hesum málum: “Landbúnaður og matvøruframleiðsla
Greið mál skulu setast fyri landbúnaðin. Dentur skal leggjast á vaksandi framleiðslu av føroyskum vørum - mjólkarúrdráttum, rávørum til matstovuvinnu, ull og skinn til klædnavinnu, ferðavinnuupplivingar osfr. ....”
Búnaðarstovan hevur í fíggjarlógini 2016 fingið játtað pening til at arbeiða við spurningum viðvíkjandi greining av evnum í landsstýrisins politikki.
Landbúnaðurin í Føroyum er lítil í vavi, bæði fíggjarliga, og tá talan er um arbeiðspláss. Landbúnaður og matvøruframleiðsla eru í teimum allar flestu londum, vit ynskja at samanbera okkum við, eisini av stórum týdningi fyri m.a. matvørutrygdina og matvørudygdina í samfelagnum, og samsvarandi uppgávu eigur okkara landbúnaður eisini at røkja í føroyska samfelagnum. Tó slepst ikki uttanum, at føroysk landbúnaðarframleiðsla hevur sera harða kapping frá innfluttum landbúnaðar- og matvørum.
Av tí at landbúnaðar- og matvøruframleiðsla er tengd at so nógvum øðrum atlitum í samfelagnum, enn bert sjálvari vøruframleiðsluni, er prísurin á hesum vørum í allar flestu førum ikki samsvarandi framleiðsluprísinum, men er hinvegin oftast partur av einum torskildum umskipanarbúskapi.
Sæð í hesum samanhangi er tað tí av stórum týdningi hjá okkum at kenna grundleggjandi til fortreytirnar og tær fíggjarligu sniðgøtur, ið liggja fjaldar handan príslepan á teimum innfluttu landbúnaðar- og matvørunum, ið føroyski landbúnaðurin skal kappast við í handlunum. Vit mugu vita og ikki gita.
Búnaðarstovan heitti tí í vetur á bornholmaran Mads Randbøll Wolff um at gera okkum eina greining av hesum viðurskiftum. Mads hevur seinastu knapt 20 árini arbeitt neyvt við spurningum viðvíkjandi landbúnaði og landbúnaðarpolitikki; bæði í danska Fødevareministeriet í fleiri umførum, sum Fødevareattaché á donsku sendistovuni í Fraklandi og hjá OECD, sum seniorráðgevi í landbúnaðarmálum hjá Nordisk Ministerråd í tvey skeið, og seinni sum stjóri í hugskotsbankanum Chora Connection, og nú sum stjóri í egnu ráðgevingarfyritøkuni Bæredygtighed 2013. Sostatt hevur Mads, sum fáur, sera gott innlit í norðurlendskan, evropeiskan og altjóða landbúnaðarpolitikk.
Sum arbeiðið við greiningaruppgávuni er liðið framá í vár, er eisini vorðið greitt, at eins týdningarmikið sum tað er at greiða tey veruligu búskaparligu viðurskiftini handan vesturlendskan landbúnaðarpolitikk og prísseting, so er samstundis neyðugt at vísa á gongdar leiðir framá til at menna føroysku landbúnaðarvinnuna í hesi kappingini.
Frágreiðingin hjá Mads Randbøll Wolff viðgerð bæði evnini, og í henni verða mong ógvuliga áhugaverd viðurskifti umrødd.
Tiltakið byrjar mánadagin 4. juli kl. 10, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, leggur fyri við eini umrøðu av teimum politisku ætlanunum fyri landbúnaðargeiran.
Síðani fer Mads Randbøll Wolff at leggja frágreiðing sína fram (á donskum) og at viðgera ymisk evni úr henni.
Á middegi verður ein matarsteðgur.
Eftir matarsteðgin verður høvi at viðgera frágreiðingina nærri og síðani at taka samanum.
Tiltakið á Búnaðarstovuni er alment, men er serliga ætlað politikarum, embætisfólki, umboðum fyri landbúnaðarvinnuna og teirra felagsskapum, øðrum áhugaðum umboðum fyri ymsar myndugleikar og vinnulívið, fjølmiðlum, granskarum og øðrum við ítøkiligum áhuga í landbúnaðargeiranum.
Til tess at vita hvussu nógvum fólki, vit skulu gera klárt til, er neyðugt at tekna luttøku til tiltakið.
Boðast skal frá luttøku á antin bst@bst.fo ella á tlf. 47 90 00 í seinasta lagi mikudagin 29. juni 2016.
« Aftur