ÁSEYÐAROYTING 2016
Týsdagin tann 5. juli 2016 vóru vit í áseyðaroyting á Búnaðarstovuni. Umframt tað vanliga arbeiðið, varð seyðurin vigaður og vektirnar skrásettar. Hetta hava vit gjørt fleiri ferðir seinastu árini. Tann samlaða miðalvektin í ár er nakað minni enn í fjør. Hetta kemst einamest av, at tað eru eini 25 lomb fleiri í ár, og eru hetta mest tvílembulomb og gjólingslomb. Tá vit sammeta vektirnar á tvílembulombum í fjør og í ár, so er vektin nógv hægri í ár. Annars sóu lombini út til at trívast væl.
Sammeta vit fimm tey einastu árini, er munurin hesin:
Ár |
2012 |
2013 |
2014 |
2015 |
2016 |
Dato |
3. juli |
3. juli |
9. juli |
8. juli |
5. juli |
Miðalvekt í kg. |
20,81 |
19,9 |
24,6 |
22,56 |
21,5 |
Rokna vit við, at dagligur vøkstur er 250 g, so kunnu vit við hesum rætta okkum inn til 9. juli hvørt ár. So er munurin millum 2014, 2015 og 2016 hesin:
Ár |
2014 |
2015 |
2016 |
Dato |
9. juli |
9. juli |
9. juli |
Miðalvekt í kg. |
24,6 |
22,81 |
22,25 |
Tað merkir, at lombini vigaðu 0,56 kg meira somu tíð í fjør.
Vektirnar á lombunum í áseyðaroyting:
Við Svartá og á Hvilvt eru ov fá lomb vigað nýlembd og í mai, til at geva eina rætta mynd av burðarvektini og vektini 19. mai. Í juli eru øll lomb vigað.
Vektirnar á tvílembulombunum í Sunnastu og Miðjuni:
Í ár eru 60 tvílembulomb í øllum haganum móti 42 í fjør.
Aftrat teimum vanligu skrásetingunum vóru blóðroyndir tiknar av lombunum, fyri á hendan hátt at kunna ala okkum burtur úr ridluskriðanum. Eisini bleiv helvtin av lombunum í Miðjuni og í Sunnastu roytt. Hetta er fimta og seinasta árið, har lomb verða roytt, fyri at fáa kunnleika um, um hetta ávirkar flettivektina á heystardegi. Úrslitini av royndini verða kunngjørd á heimasíðuni, tá tey eru tøk.
Ærsvektirnar higartil fyri 2016 sammettar við undanfarin ár síggja soleiðis út:
Ærnar vóru væl fyri og høvdu góða filing. Tyngsta lambið vigaði 35 kg í mun til 31,5 kg í fjør. Tað minsta lambið vigaði 7,5 kg í mun til 10 kg í fjør.
« Aftur