140x140

LANDSSEYÐASÝNINGIN 2016

Landsseyðasýningin verður eins og síðstu árini, at sýnsmenn fara út í økini at sýna. Hetta verður í tíðarskeiðnum 10. til 14. november 2016.

Fyri at luttaka í landsseyðasýningini, skal seyðurin hava fingð eina váttan uppá, at hann er sýnaður á lokalari sýning av 3 sýnarum, harav 2 skulu vera góðkendir. Sama váttan, sum var brúkt av sýnsmonnunum síðsta ár, verður brúkt aftur í ár. Harafturat skal seyðurin vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótsøðuføri móti ridluskriða. Sí reglugerð og heimasíðuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Seyðurin skal meldast til landsseyðasýningina á Búnaðastovuni í síðsta lagi mánadagin tann 7. november 2016 kl. 15.00. Luttøkugjaldið er 200,- kr. pr. seyð, sum verður flutt Búnaðarstovuni á konto 6460-171.966.3. Tá meldað verður til, skulu sýnsváttan og kvittan fyri luttøkugjald sendast Búnaðarstovuni samstundis.
Valdir verða 5 góðkendir sýnsmenn, umframt ein samskipari og ein skrivari.

Tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna 3 teir vakrastu veðragjólingarnar, 3 teir vakrastu veturgamlu veðrarnar og 3 teir vakrastu veðrarnar 2 ár ella eldri.
Samskiparin setir seg í samband við ein persón úr økinum, sum samlar vinnandi seyðirnar frá viðkomandi sýning á einum stað. Hetta er tó treytað av, at teir eru meldaðir til landsseyðasýningina. Síðan fara valdu sýnsmennirnir út at sýna viðkomandi seyðir.
Sýnsháttur: seyðurin verður sýnaður eftir einum stigaskala frá 0 – 10 fyri ávikavist – bein framman – bein aftan – horn – ull – heildarmynd.
Mátini frá teimum lokalu sýningunum verða nýtt. Sýnsmenninir sýna hvør sær, og tá liðugt er á einum stað, verða sýnspappírini hjá teimum 5 dómarunum handað skrivaranum til varðveitslu.

Vegleiðing fyri sýn av brundseyði kann lesast her

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369