140x140

ÚRSLITIÐ AV LANDSSEYÐASÝNINGINI 2016 VERÐUR KUNNGJØRT 19.11.2016

Leygardagin 19.11.2016 kl. 16.00 verður alment tiktak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2016 verður almannakunngjørt. Sýnsmenn hava verið um landið og sýnað seyðin, sum var meldaður til Landsseyðasýningina. Teir hava verið í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy.

Skráin fyri dagin verður hendan:

·         Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.

·         Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.

·         Rólvur Djurhuus hevur framløgu um seyðahaldið á Búnaðarstovuni seinastu árini.

·         Kaffisteðgur.

·         Pól Sundskarð hevur framløgu um heimasíðuverkætlan sína www.hiking.fo , ið kann gerast eitt hent samstarvsamboð hjá øllum teimum, ið varða av høgum, har ferðafólk hava sína gongd. Somuleiðis fer Pól at siga frá sínum ætlanum um framtíðina hjá heimasíðuni www.heimabeiti.fo, ið Pól hevur yvirtikið frá Kára Thorsteinsson í ár.

·         Ari Johanneson vísir videoupptøkur av upp í 8 av teimum bestu brundseyðunum í hvørjum flokki.

·         Úrslitini av Landsseyðasýningini 2016 verða kunngjørd. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, handar steypini til vinnararnar.

Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.

Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369