140x140

ÚRSLITIÐ AV LANDSSEYÐASÝNINGINI 2016

Leygardagin 19. novembur 2016 vóru úrslitini av árligu landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vóru virðislønir latnar til vakrastu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.

Á hvørjum heysti eru seyðasýningar úti um landið, har sýnarar døma seyðin og velja teir vakrastu seyðirnar, sum síðani verða sýnaðir av útvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir. Somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunu At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

Avgerðin
Úrslitini fyri 2016 blivu almannakunngjørd leygardagin 19. november 2016 á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har eini 65 áhugaði vóru komin saman. Tiltakið byrjaði við, at Tróndur Leivsson bjóðaði vælkomin, síðan var sum vant felagssangur. Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum, og Rólvur Djurhuus hevði framløgu um seyðahaldið á Búnaðarstovuni. Eftir kaffisteðgin greiddi Pól Sundskarð frá heimasíðunum hiking.fo og heimabeiti.fo.  Endað varð við, at vinnandi seyðirnir vóru avdúkaðir, og Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum handaði vinnarunum steyp. 

Úrslitini vóru hesi:

  • 1. Virðisløn Búnaðarstovan, Kollafjørður, Heygshagi
  • 2. Virðisløn Johnny Joensen, Vestmanna, Heygahagi, innara helvt
  • 3. Virðisløn Jústines Justinussen, Skála, hagaparturin Hegnið

Veturgamlir veðrar:

  • 1. Virðisløn Erland Poulsen, Vágur, Leitishagi
  • 2. Virðisløn Jákup Jacobsen, Syðrugøta, Fyri handan Eið, Heiðar
  • 3. Virðisløn Ólavur Andreasen, Norðradalur, Kongshagin, Úti í Haga

Eldri veðrar:

  • 1. Virðisløn Magnus í Niðristovu, Vestmanna, Heygahagi, Innara helvt
  • 2. Virðisløn Øssur Andreasen, Kvívík, Frammi í Haga.
  • 3. Virðisløn Thorstein Thomsen, Hvalba, Prestfjall.

Videoupptøkur av øllum seyðunum og myndir av vinnandi seyðunum og frá tiltakinum, har steypini vórðu handaði, síggjast undir: Seyður - Seyðasýningar - Landsseyðasýningin 2016

 

Landssýnararnir
Teir, sum sýnaðu til landsseyðasýningina í ár vóru: Thorvald Lútzen, Syðradalur, Petur Andreasen, Klaksvík, Arnjohn Hvítklett, Sørvágur, Ellef Ellefsen, Sørvágur og Jacob Vestergaard, Akrar. Ari Johanneson úr Kvívík var skrivari og tók  myndir og videofilmar, og Hans Martin Andreassen úr Kvívík var samskipari.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369