NPA VERKÆTLAN - AVRENNING AV TØÐUM
Búnaðarstovan luttekur í tveimum norðurlendskum Northern Periphery and Arctic Programme (NPA) verkætlanum. Ein teirra, NPA verkætlanin “WatePro”, snýr seg m.a. um fyribyrging av dálking av vøtnum, áum, løkum og sjógvi. Okkara partur í verkætlanini snýr seg í høvuðsheiti um árin á náttúru av taðing.
Í hesum sambandi hevur okkara verkætlanarleiðari Jens Ivan í Gerðinum staðið fyri royndum og skrásetingum av møguligari taðingardálking í Føroyum. Eisini hevur Jens Ivan verið á ráðstevnu bæði í Írlandi og Svøríki í sambandi við verkætlanina. Tann seinasta ráðstevnan var hildin í Svøríki í døgunum 29. november til 1. desember, á hesari ráðstevnu spurdist forvitnislig grein burturúr. Greinin kann lesast her.
Í verkætlanini luttaka
• Savonia University of Applied Sciences, Lead Partner (Finland)
• Geological Survey of Finland (Finland)
• Luleå University of Technology (Svøríki)
• Agricultural University of Iceland (Ísland)
• Lough Neagh Partnership (Norður Írland)
• Agri-Food and Biosciences Institute (Norður Írland)
• Heriot Watt University (Skotland)
• Donegal County Council (Írland)
• Búnaðarstovan (Føroyar)
Til ber at fylgja verkætlanini á Facebook á https://www.facebook.com/waterproproject/?fref=ts og á http://www.water-pro.eu/
« Aftur