ULL TIL SØLU
Søla av føroyskari ull, savnað inn í 2016
Búnaðarstovan lýsir við hesum ullina, sum savnað varð inn í Ullarmóttøkuni í 2016, til sølu.
Talan er um góða, føroyska ull, ið er flokkað í 2 flokkar eftir dygd:
1. flokkur: ull skild í 6 ymiskar náttúrulitir: hvítt, ljósagrátt, myrkagrátt, ljósamorreytt, myrkamorreytt og flekkut.
2. flokkur: ull í litblanding.
Ullin í 1. flokki er skild og góðskumett eftir gomlum siði til at vera av bestu dygd. Ullin í 2. flokki er skild frá, serliga tí at hon er nakað tøvd, ella at nakað av mosa/bosi er í henni.
Ullin er samfingin og ikki vaskað, men er natúrliga rein og nosslig. Turra ullin er pakkað í stórballir, sum flestar viga millum 140 – 170 kg hvør, onkrar tó minni ella meira. Ballurnar máta umleið: 80 x 80 x 140/150 cm.
Neyvt yvirlit er til taks her, sum vísir hvørja ballu sær við ávikavist nummari, vekt, flokki, og fyri 1. flokk somuleiðis liti.
Ein balla av hvørjum slagi stendur frammi soleiðis at áhugaðir keyparar kunnu skoða innihaldið.
Nøgdin, sum verður seld, er hendan:
|
Litur: |
Hvítt |
Ljósagrátt |
Myrkagrátt |
Ljósamorreytt |
Myrkamorreytt |
Flekkut |
Fyrsti flokkur: |
Tal av ballum: |
35 stk. |
21 stk. |
14 stk. |
11 stk. |
12 stk. |
28 stk. |
|
Kilo íalt: |
5.672 kg |
3.230 kg |
2.110 kg |
1.671 kg |
1.911 kg |
4.613 kg |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Litur: |
Litblanding |
|
|
|
|
|
Annar flokkur: |
Tal av ballum: |
62 stk. |
|
|
|
|
|
|
Kilo íalt: |
9.077 kg |
|
|
|
|
|
Sølutreytir:
Ullin verður seld eftir leistinum um eina sokallaða “afturlatna uppboðssølu” ella eina “eindarprís uppboðssølu”. Sí meira á t.d. http://encyclopedia.thefreedictionary.com/Uniform+price+auction
ella á t.d. http://www.vorn.fo/index.asp?pID={C98B7441-250D-4C9D-81FA-430632F758E1} har nærri er greitt frá samsvarandi treytum í sambandi við, at Vørn seldi fiskikvotur eftir sama leisti í 2016.
- Afturlatin uppboðssøla merkir, at bjóðað verður innan ásetta tíð í trúnaði til Búnaðarstovuna. Upphædd og nøgd, ið boðin verður, skal av pørtunum verða hildin loynilig, til boðið verður latið upp á Búnaðarstovuni dagstevnda tíð.
- Øll hava rætt til at vera hjástødd, tá boðini verða latin upp og kunnað verður, hvør ið bjóðað hevur, nøgd og upphædd.
- Boðið skal tilskila, hvørja nøgd bjóðari er áhugaður í at keypa og hvønn prís í krónum og oyrum, hann er til reiðar at gjalda fyri hesa nøgd, kr./kg.
- Innkomin boð verða raðfest við hægsta eindarprísi fremst og síðani lækkandi, til útbodna nøgdin er rokkin. Boðið, sum hevði lægsta eindarprísin av teimum boðum, sum koma upp í part, ásetir eindarprísin, ið øll skulu rinda.
- Minsta sølueindin er hvør einstøk ullballa, sum er víst í søluyvirlitinum, og boðgevi má tí tola tær treytir, at mongdin, hann fær tillutaða, verður hon, ið Búnaðarstovan fær at samsvara við tøkar ballur (pluss/minus uml. 50 kg).
- Búnaðarstovan kann áseta minstaprís, áðrenn sølan fer í gongd. Minstiprísur verður almannakunngjørdur av Búnaðarstovuni, eftir at boðini eru latin inn, men áðrenn tey verða latin upp.
- Búnaðarstovan hevur skyldu at taka við hægstu boðunum, sum raðfest og príssett sambært nr. 4), ella at havna teimum øllum og boða luttakarunum frá hesum. Verða øll boð havnað, verður farið fram av nýggjum eftir hesum somu reglum.
- Um tann, ið gevur boð, ið er komið upp í part, ikki fær alla nøgdina, ið hann hevur bjóðað uppá, tí útbodna mongdin er rokkin, kann hann lata alla nøgdina innaftur. Nøgdin verður tá bjóðað honum við hægsta vinnandi eindarprísi. Letur hesin eisini nøgdina innaftur, verður hon bjóðað honum við næsthægsta vinnandi eindarprísi. Soleiðis verður farið fram víðari, til nøgdin er avhendað. Eru fleiri við sama boði, verður nøgdin boðin teimum lutfalsliga í mun til mongd.
- Hava fleiri givið boð við sama eindarprísi, ið er komið upp í part, verður mongdin lutað út millum hesi lutfalsliga í mun til mongdina, um tey ikki fáa alla nøgdina, ið tey hava bjóðað uppá. Um tann, ið gevur boð, ið er komið upp í part, ikki fær alla nøgdina, ið hann hevur bjóðað uppá, tí útbodna mongdin er rokkin, kann hann lata alla nøgdina innaftur. Farið verður tá fram eftir reglunum í nr. 8).
- Keypir ongin av vinnandi boðgevunum nøgd, ið verður latin innaftur sambært nr. 8) ella nr. 9), ger Búnaðarstovan av, hvussu hendan nøgdin síðani verður seld.
- Tað áliggur einum og hvørjum, ið letur boð í afturlatnari uppboðssølu, at seta seg inn í, hvussu uppboðssølan virkar og kunna seg um tær treytir, sum eru galdandi fyri at kunna bjóða upp á eina ávísa nøgd.
- Búnaðarstovan flýggjar beinanvegin eigara, sum hevur keypt á uppboði, faktura fyri keypsupphæddina, tá uppboðssøluhaldið hevur verið.
- Sølutreytirnar eru:
- Netto kontant gjald seinast 10 yrkadagar frá fakturadato
- Vøran kann heintast við framvísing av gjaldskvittan fram til í seinasta lagi 1 mðr. eftir fakturadato
- Vøran kann heintast Ex Works (Incoterms 2010) lagur hjá Búnaðarstovuni, Frammi í Dal 166, FO-410 Kollafjørður, Føroyar.
- Ósemjur skulu viðgerast í Føroya Rætti.
- Heldur keyparin ikki sølu- og gjaldstreytirnar, tilskilar Búnaðarstovan sær óskerdan rætt at ógilda søluna til viðkomandi.
- Seinasta freist at lata skrivlig boð inn til Búnaðarstovuna uppá ullina er mikudagin 8. februar 2017 á midnátt.
- Tilboðini verða latin upp á Búnaðarstovuni týsdagin 14. februar 2017.
Meira fæst at vita á Búnaðarstovuni. Áhugað kunnu venda sær til Dortheu Joensen á tlf. 299019 ella t-post: dj@bst.fo
« Aftur