140x140

FØROYA BJÓR FER AT BRÚKA FØROYSKT BYGG

 

Føroya Bjór fekk í vikuni eina sending av føroyskum korni frá Búnaðarstovuni í Kollafirði. Talan er um eitt slag av byggi, sum seinasta summar er vaksið í Kollfjarðardali.

”Tað hevur stóran týdning fyri okkum at kunna vísa á føroyska upprunan. Vit bryggja rabarbuøl og nýta eisini kvannir og aðrar føroyskar urtir,” sigur Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari á Føroya Bjór.

”Byggið kunnu vit brúka bæði til øl og whisky,” sigur hon.

Norðlýsið hevði í vikuna eina grein um nýtsluna av bygginum frá Búnaðarstovuni. Greinin kann lesast her

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369