140x140

SKURÐFJALL 2016 – ÚRSLIT

Vekt á óm og lombum

Vit vóru á fjalli týsdagin tann 20. september 2016, hetta var tveir dagar fyrr enn árið fyri. Vit vigaðu allan seyðin, sum vit gera á hvørjum fjalli. Ansað verður eftir, at lombini eru turr, tá tey verða vigað. Í 2016 gav hagin 188 lomb, móti 161 lombum í fjør. Á heysti 2015 vigaðu lombini 6.153 kg livandi, í 2016 vigaðu tey tilsamans 7.265 kg livandi. Miðalvektin á livandi lombum var 40,8 kg í 2016 móti 39,0 kg árið fyri ella 4,6 prosent meira í 2016 enn árið fyri. Krovini vigaðu í miðal 31,5 pund í 2016 móti 30,2 í 2015 ella 4,3 prosent meira enn í 2015. Flett vekt av lombunum var í miðal 38,6 prosent av livandi í 2016 í mun til 38,7 prosent árið fyri livandi vekt.

Mynd 1. Vekt á lombum gjøgnum árið 2012 til 2016

 

Mynd 2. Vekt á lombum. Samlað vekt livandi

Mynd 3. Vekt á óm februar til oktober 2012 til 2016

 

Dagligur vøkstur hjá lombum

Ein liður í skrásetingini er at fáa vitan um dagligan vøkstur hjá lombunum frá lembing til fletting. Í 2015 og 16 hava vit vigað lombini fimm ferðir, fyrstu ferð nýlembd og seinastu ferð beint áðrenn fletting. Av praktiskum orsøkum eru vigingardagarnir ikki heilt teir somu hvørt árið, men næstan. Í talvuni niðanfyri síggja vit dagligan vøkstur/dag í teimum fýra tíðarskeiðunum millum vigingarnar. Skrásetingarnar í 2015 og 16 vísa, at dagligur vøkstur á lombum í Heygshaga er:

Talva 1. Dagligur vøkstur hjá lombum

Tíðarskeið

 

Dagligur vøkstur gram/dag

 

 

2015

2016

Miðal 15/16

Lembing – 19/26. mai

228

270

249

19/26. mai – 6/9. juli

275

277

276

6/9. juli – 21/22. august

283

288

285,5

21/22. august – fletting 21/22. sept.

131

125

128

Lembing til fletting

236

250

243

 

Við úrslitunum fyri 2015 og 16 kunnu vit staðfesta, at lombini fara 243 gram fram um dagin frá lembing til sláturs. Havast skal í huga, at vit hava bert skrásett dagligan vøkstur við fimm vigingum um árið í tvey ár, so tølini mugu takast við ávísum fyrivarni, men tey geva okkum tó eina góða ábending um dagligan vøkstur hjá einum lambi. Vit kunnu ikki staðfesta eina veruliga vakstrarkurvu, fyrr enn vit hava fleiri ára skrásetingar.

 

 

 

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369