140x140

Á FJALLI AT VIGA ÆRNAR

17. november 2016 róku vit ærnar í rætt. Vit vigaðu allar ærnar og kundu staðfesta, at ærnar í Heygshaga eru farnar 0,9 kilo fram síðani 20. september. Hetta er 0,9 kg meira enn í skurðfjalli. Skrásetingar undanfarin ár hava givið okkum ábendingar um, at ærnar viga mest einaferð í november mánað.   

Vit byrjaðu at skráseta vektina á ónum í Heygshaga í 2012. Røktin í Heygshaga hevur verið sum í einum miðal føroyskum haga, har seyðurin gongur úti alt árið og fær kraftfóður frá mars til aftaná lembing. Endamálið við hesum skrásetingunum var at útvega okkum tøl, sum vísa, hvussu seyðurin í einum miðal haga í Føroyum er fyri gjøgnum árið. Tað er eyðsýnt, at tað er munur frá einum ári til annað, sum Mynd 1 eisini vísir, men Mynd 2 vísa tó eina greiða mynd av gongdini gjøgnum árið øll árini frá 2012 til 2016.

Frá november 2016 hava vit broytt raksturin í Heygshaga. Hereftir fara vit á hvørjum ári at geva ónum kraftfóður áðrenn brundtíð og í brundtíðini og sostatt fara vit yvir til ein munandi nærtøknari (intensivari) rakstur enn áður. Nú í heyst (2016) hava vit givið øllum ónum kraftfóður frá 3. november, og vit hildu á til 12. desember. Fylgini fingu eitt sindur ymiskt - úr 500 upp í 850 gram/ær.

Komandi árini fara vit at halda fram at geva ónum frá heystinum, og vit ætla, at tíðarskeiðið, sum vit geva, skal vera ymiskt frá einum fylgi til annað. Vit fara so at kanna, hvussu ymisk fóðring ávirkar lambatal og vekt v.m. Vit fara eins og undanfarnu árini at skráseta vektirnar fleiri ferðir um árið eins og vit eisini skráseta tal og vekt á lombum, einlembur, tvílembur v.m.

Mynd 1. Vekt av óm gjøgnum árið 2012 – 2016

Mynd 2. Vekt av óm gjøgnum árið. Miðal fyri 2012 - 2016

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369