140x140

LOYVI AT SKJÓTA GRÁGÆS Á VELTUM LENDI

Í 2014 broytti løgtingið lóg um fuglaveiðu, soleiðis at loyvt varð at skjóta grágæs á veltum lendi. Fyri at kunna skjóta, skal eigari og leigari av veltum lendi søkja um skrivligt loyvi til at skjóta grágæs, sum hava sett seg á velt lendi, um grundaðir trupulleikar kunnu ávísast.

Síðani lógin kom í gildi, hava 31 persónar søkt um loyvi at skjóta. 3 loyvi eru ikki givin, tí tey ikki lúka treytirnar. Antin, tí tað ikki var eigarin/leigarin, sum søkti, ella tí stykkini vóru ov smá og ov nær húsum, ella tí søkt hevur verið um at skjóta í haganum. Eitt loyvi er tikið aftur, orsaka av eigaraskifti. Sostatt eru 27 galdandi loyvi í dag. Umsóknirnar um at skjóta eru úr øllum landinum, tó eru tær flestu úr Streymoynni. Við loyvinum fylgir tann treyt, at boðast skal frá, hvussu nógvar gæs eru skotnar.

Síðani lógin kom í gildið, eru tilsamans 530 gæs skotnar, 47 í 2014, 266 í 2015 og 217 í 2016. Sostatt hevur hvør loyvishavari skotið uml. 20 gæs í miðal hetta 3 ára skeiðið, uml. 2 gæs í 2014, uml. 10 í 2015 og uml. 8 í 2016.

Hjá teimum flestu er tað serliga slóttulendi, sum verður illa bitið og traðkað niður, umframt at gásin dálkar sera illa, og av tí sama fæst nógv minni grøði av lendinum. Størsti trupulleikin er um várið, tá gróðurin byrjar, og so um heystið. Bæði eftirgróður og annar/triðji slóttur hjá teimum, sum sláa tvær ella tríggjar ferðir, verður heilt oyðilagdur av gæsnum. Eisini tey, sum velta røtur og epli, hava stórar trupulleikar um tað mundið, tá tað er klárt at taka upp. Gæsnar bíta í øll eplini ella røturnar, so tað ikki er søluvøra. Gæsnar eru vorðnar so spakar, at tað er ikki nóg mikið at reka tær burtur ella at hava fuglaskrímsl. Heldur ikki er nokk at skjóta upp í loft ella í vøllin, har tær ganga. Um ikki onkur gás verður dripin, sær tað ikki út til at hava nakra ávirkan.

Búnaðarstovan hevur ta fatan, at øll, sum hava fingið loyvi, eru samd um, at tað hevur stóran týdning fyri landbúnaðin at hava loyvi at skjóta grágæs ta tíð á árinum, tær eru ein trupulleiki. Tey viðmerkja eisini, at tað verður ikki skotið fyri at veiða, men bert, tá tað er neyðugt fyri at bjarga ella verja grøðina. Tað styggir gásina, tá skotið verður burtur av. Onkur viðmerkti, at tær tá hildu seg burtur í nakrar dagar, meðan aðrastaðni hava tær hildið seg burtur í longri tíð, eftir at onkur er skotin burturúr. Tað sær út til, at gásin flytir seg runt í landinum. Onkuntíð er trupulleikin stórur eina staðni og aðrar tíðir onkra aðra staðni.

Ein roynd at kanna, hvussu grágásin ávirkar grasvøkstur, varð gjørd í 2012 - 2015. Úrslitið av hesi kanning kann lesast her.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369