140x140

Hrannar Smári Hilmarsson

VITJAN ÚR ÍSLANDI

13. juni hevði Búnaðarstovan vitjan frá Landbúnaðarháskúla Íslands. Tað var Hrannar Smári Hilmarsson, sum er royndarstjóri á rannsóknardeildini í jarðarbrúki hjá Landbúnaðarháskúla Íslands á Hvanneyri, har hann er útbúgvin innan búvísindi.

Hrannar greiddi okkum frá um royndirnar, sum teir gera við ymiskum vøkstrum, t.d. korni. Hetta er áhugavert fyri okkum, tí Búnaðarstovan hevur seinastu árini verið við í felags altjóða verkætlanum, har Ísland eisini er við. Hann greiddi eisini frá, at teir ætla at fara undir at gera royndir við ymiskum forkunnugum plantusløgum, sum ikki vaksa í Íslandi, men aðrastaðni á nøkulunda sama breiddarstigi, t.d. í Kanada og Ruslandi. Hann vísti okkum á ymiska útgerð, sum tey nýta í royndararbeiðinum.

Vit kunnaðu hann um okkara virksemi og vístu honum runt, og vit umrøddu møguleikar fyri framtíðar samstarvi millum Búnaðarstovuna og Landbúnaðarháskúla Íslands.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369